Løgfrøðingur til Løgmálaráðið

Ert tú løgfrøðingur, og hevur tú hug til at arbeiða við lógarsmíði, ráðgeving og málsviðgerð í landsfyrisitingini? So er hetta starvið í Løgmálaráðnum kanska nakað fyri teg.

Talan er um eitt áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv, har góðir møguleikar eru fyri fakligari og persónligari menning.

Freistin at søkja er mánadagin 27. mai 2024 klokkan 12.00.

Les meira her.