Tíðarfreistir og tíðarætlanir fyri løgtingslógaruppskot í tingsetuni 2025

Tingsetan byrjar ólavsøkudag og endar á ólavsøku árið eftir.

 

Tíðarætlan fyri uppskot við gildiskomu 1. januar 2026

Hvat skal henda?

Nær

Seinasta freist at lata lógartænastu uppskotið til eftirkanning

6. oktober

Seinasta freist at lata LMS uppskotið til landsstýrisfund

 15. oktober, kl. 13.00

Seinasti politiski landsstýrisfundur, áðrenn freistina

 21. oktober

Seinasta freist at lata løgtingsumsitingini uppskot *

21. oktober, kl. 12.00

Framløga í tinginum

Áðrenn 5. november

Gildiskoma

1. januar 2026

*Tá ið uppskot eru eftirkannað av løgtingsumstingini, verða tey send á formligan landsstýrisfund.

 

Tíðarætlan fyri at verða viðgjørd í hesi tingsetuni

Hvat skal henda?

Nær

Seinasta freist at lata lógartænastu uppskotið til eftirkanning

 2. februar 2026

Seinasta freist at lata LMS uppskotið til landsstýrisfund

 11. februar 2026, kl 13.00

Seinasti politiski landsstýrisfundur, áðrenn freistina

 17. februar 2026

Seinasta freist at lata løgtingsumsitingini uppskot *

20. februar 2026 kl. 12.00

Framløga í tinginum

Áðrenn 7. mars 2026

*Tá ið uppskot eru eftirkannað av løgtingsumstingini, verða tey send á formligan landsstýrisfund.

 

Ger tær tína egnu tíðarætlan her.

 

Eftirkanning og ummæli

Øll uppskot skulu vera eftirkannað á lógartænastuni í Løgmálaráðnum, áðrenn tey verða sett á skrá til politiskan landsstýrisfund. Lógaruppskotini skulu eisini hava verið til ummælis hjá viðkomandi pørtum, áðrenn tey verða send til eftirkanning, so at viðmerkingarnar frá ummælispørtunum eru viðgjørdar av viðkomandi stjórnarráði áðrenn eftirkanningina. Somuleiðis skulu lógaruppskotini hava verið til hoyring hjá samgonguflokkunum, áðrenn tey verða løgd fyri tingið.

Mannagongdir

Í uppritinum “Samskipa politisk mál” er skipan og mannagongd viðv. landsstýrisfundum ásett. Sí uppritið á tinganes.fo her.

Mannagongdir hjá Løgtinginum viðv. løgtingsmálum og freistum er her.

Seinast kunngjørt