Navnamál

Navnamál verða umsitin av Umhvørvisstovuni.

Reglurnar um navngeving eru at finna í Løgtingslógini um fólkanøvn. 

Børn skulu hava fingið navn, áðrenn tey eru 6 mánaðir gomul. 

Ásett er, at eingin kann hava fleiri enn 3 fornøvn, 1 millumnavn og 1 eftirnavn. 

Navn barnsins skal fráboðast skrásetingarmyndugleikanum, sum er kirkjubókførandi sóknarpresturin í tí prestagjaldi, har móðirin búði, tá ið hon átti barnið.

Les meira um m.a. navnagávu, navnabroytingar og kærumøguleikar her.