![](https://landsstyri.cdn.fo/savn/17518/nora.jpg?width=600&rmode=min&s=gzBDPruz58VCplz92qPIA2LlHW8)
Økispolitikkur
Økispolitikkur er partur av norðurlendska samstarvinum. Embætisnevndin fyri økispolitikk, EK-R, viðger og játtar pening til eina røð av verkætlanum, sum skulu styrkja um økismenning.
Norrønt Atlantssamstarv, NORA, ið hevur skrivstovu í Havn. NORA tekur stig til og luttekur í verkætlanum, sum skulu styrkja samstarvið millum tey fýra londini í NORA-økinum: Føroyar, Grønland, Ísland og Noreg. Norðurlendska ráðharraráðið hevur orðað eina arktiska samstarvsætlan. Málið er at stuðla og fremja samfelags- og búskaparmenning í arktiska økinum, við atliti at fólki og umhvørvi.
Nordisk Rådgivningskomité for Arktis, NRKA, er mannað av norðurlendsku umboðunum á embætismannastigi í Arktiska ráðnum, og Føroyar luttaka sjálvstøðugar í hesi nevnd. Eisini viðger nevndin umsóknir um stuðul til norðurlendskar verkætlanir um arktisk viðurskifti.