Persónsupplýsingar og dátuvernd

Dátueftirlitið er ein óheftur fyrisitingarmyndugleiki, ið liggur undir málsøkinum hjá Løgmálaráðnum og er skipað við skrivstovu og dáturáði.

Dátueftirlitið umsitur løgtingslóg um vernd av persónupplýsingum, vanliga nevnd dátuverndarlógin.

Dátueftirlitið hevur eftirlit við allari viðgerð, sum løgtingslógin fevnir um.

Dagliga virksemi hjá Dátueftirlitinum verður røkt av skrivstovuni undir leiðslu av einum stjóra.