Tilbúgving

Tilbúgvingin í Føroyum er skipað við løgtingslóg um tilbúgving.

Tilbúgvingarlógin ásetur, at hvør landsstýrismaður skal, fyri sítt ábyrgdarøki, hava eina tilbúgving.

Tað er soleiðis upp til hvønn landsstýrismann fyri sítt ábyrgdarøki at leggja til rættis, soleiðis at tað verður fyribyrgt, avmarkað og bøtt um skaða á fólk, djór, umhvørvi, virði og ognir. Eisini skal hvør landsstýrismaður, fyri sítt ábyrgdarøki, tryggja, at virkisførið í samfelagnum minst møguligt verður skert ella fer til grundar, orsakað av skaðahendingum ella vanlukkum.

Tá stórar vanlukkur koma fyri, sum krevja óvanlig tilbúgvingartiltøk, er heimild hjá avvarðandi landsstýrismanni at seta slík í verk, hóast eingin játtan er fingin frammanundan til hald av útreiðslum.

Allar kommunur hava skyldu at skipa eina tilbúgving í kommununi.

Øll, sum hava virksemi, sum kann elva skaða á fólk, djór, umhvørvi, virði og ognir, skulu hava eina egintilbúgvig.

Samskipan av tilbúgvingini

Landsstýrismaðurin hevur ábyrgd av at samskipa tilrættisleggingina av tilbúgvingini og skal á tann hátt tryggja eina samvirkandi tilbúgving fyri alt landið.

Átøk og hendingar á landi

Løgreglan samskipar átøk, tá talan er um hendingar á landi, í áum og vøtnum. MRCC -Tórshavn samskipar átøk, tá talan er um hendingar á sjónum.