Útjaðarin

Freistin at søkja um stuðul til útoyggjamenning í 2023 fór tann 1. mai 2023.

Løgmálaráðið umsitur eina játtan, hvørs endamál er at stuðla tiltøkum á útoyggjum, sum virka mennandi fyri útoyggjar.

Stuðul kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum. Játtanin verður umsitin sambært reglugerð um stuðul til útoyggjamenning. Játtanin í 2023 er 1.1 mió. kr.

Reglugerð og umsóknarblað

Útoyggjar

  • Fugloy
  • Hestur
  • Kalsoy
  • Koltur
  • Mykines
  • Stóra Dímun
  • Skúvoy
  • Svínoy