Hvussu atkvøður tú á valdegnum

Á valdegnum kanst tú greiða atkvøðu á tí valstaði, tú ert knýttur at. Tú skalt møta persónliga á valstaðnum. Tað er ikki møguligt at senda annan fyri teg. Tó eru møguleikar at greiða atkvøðu, um tú ikki hevur møguleika at møta á sjálvum valdegnum.

Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10 fyrrapart og endar kl. 20, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Um kommunustýrið hevur sent út valkort, skalt tú hava valkortið við tær. Um tú hevur gloymt valkortið, verður nýtt valkort skrivað út á valstaðnum. Tá ið valkortið er latið inn, fært tú atkvøðuseðilin útflýggjaðan. Um kommunustýrið ikki hevur sent út valkort, skalt tú sjálvandi ikki hava valkortið við tær, men valnevndin skal tá vissað sær, at tú ert tann tú sigur, og at tú stendur á vallista.

Tá ið atkvøðuseðilin er útflýggjaður, fert tú inn í atkvøðurúmið, har eingin annar má vera inni. Her skalt tú seta kross annaðhvørt fyri tí lista, tú ætlar at velja ella fyri einum valevni. Dømi um hvussu tú setir krossin kann síggjast við at trýsta her.

Tá ið tú hevur sett krossin, skalt tú leggja atkvøðuseðilin saman, soleiðis at eingin annar sær, hvussu tú hevur atkvøtt. Síðan setur tú atkvøðuseðilin beinanvegin í atkvøðukassan, meðan ein úr valstýrinum ella hjálparmaður sær.

Um tú longu hevur brævatkvøtt, men ætlar tær at greiða atkvøðu á valdegnum, verður brævatkvøðan ikki rokna uppí.