Løgmálaráðið   >   Faroese Edition   >   Arbeiðsøki   >   Val   >   Kommunuval 2020   >   Kærumøguleiki

Kærumøguleiki

Kærur um kommunuvalið skulu sendast viðkomandi kommunustýrini í seinasta lagi 8 dagar eftir, at valið er gjørt endaliga upp. Kommunustýrið skal viðgera kærur á kommunustýrisfundi innan 10 dagar frá at kærufreistin er farin.

Tær avgerðir, sum kommunustýrið tekur í klagum viðvíkjandi kommunuvalið, kunnu verða skotnar inn fyri landsstýrismannin í umhvørvis- og vinnumálum. Freistin hesum viðvíkjandi er 14 dagar frá tí degi kommunustýrið hevur tikið avgerð um kæruna.