Tíðarfreistir og tíðarætlanir fyri løgtingslógaruppskot í tingsetuni 2022

Tingsetan byrjar ólavsøkudag og endar á ólavsøku árið eftir.

Tíðarætlan fyri uppskot við gildiskomu 1. januar 2023

Hvat skal henda?

Nær

Upprit á landsstýrisfund

Um neyðugt, áðrenn uppskotið fer til ummælis

Til ummælis

Vika 35-38 (29. aug. til 24. sept. 2022)

Eftirkanning

3. oktober 2022 (vika 40)

Sendast Løgmansskrivstovuni

Í seinasta lagi 12. oktober 2022 kl. 13.00

Politiskur landsstýrisfundur

18. oktober - 25. oktober 2022

Politisk hoyring hjá samgongu

18. oktober - 25. oktober 2022

Formligan landsstýrisfund

18. oktober -25. oktober 2022

Latast tinginum

Í seinasta lagi 27. oktober 2022 kl. 12.00

Framløga í tinginum

Innan 4. november 2022

Gildiskoma

1. januar 2023

Ger tær tína egnu tíðarætlan her.

Tíðarfreistir:

  • 3. oktober 2022: Seinasta freist at lata lógartænastuni uppskot til eftirkanning.
  • 12. oktober kl. 13.00: Seinasta freist at lata Løgmansskrivstovuni uppskot (til landsstýrisfund).
  • 27. oktober 2022 kl. 12.00: Seinasta freist at lata løgtingsumsitingini uppskot.
  • Innan 4. november 2022: Uppskot til løgtingslógir, sum skulu fáa gildi 1. januar, skulu vera løgd fram.

Tiðarætlan fyri uppskot, sum skal viðgerast í tingsetuni 2022

Hvat skal henda?

Nær

Upprit á landsstýrisfund

Um neyðugt, áðrenn uppskotið fer til ummælis

Til ummælis

Vika 1-4 (2. jan. til 27. jan. 2023)

Eftirkanning

7. februar 2023 (vika 6)

Sendast Løgmansskrivstovuni

Í seinasta lagi 15. februar 2023 kl. 13.00

Politiskur landsstýrisfundur

14. februar - 21. februar 2023

Politisk hoyring hjá samgongu

14. februar - 21. februar 2023

Formligan landsstýrisfund

14. februar - 21. februar 2023

Latast tinginum

Í seinasta lagi 27. februar 2023 kl. 12.00

Framløga í tinginum

Innan 8. mars 2023

Gildiskoma

Dagin eftir kunngerð

Ger tær tína egnu tíðarætlan her.

Tíðarfreistir:

  • 6. februar 2023: Seinasta freist at lata lógartænastuni uppskot til eftirkanning.
  • 15. februar 2023 kl. 13.00: Seinasta freist at lata Løgmansskrivstovuni uppskot (til landsstýrisfund).
  • 27. februar 2023 kl. 12.00: Seinasta freist at lata løgtingsumsitingini uppskot.
  • Innan 8. mars 2023: Uppskot til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og uppskot til samtyktar skulu vera løgd fram.

Uppskot til fíggjarlóg fyri 2023

  • 26. september 2022 kl. 12.00: Seinasta freist at lata løgtingsumsitingini uppskotið til fíggjarlóg og fylgilógaruppskot.
  • Innan 1. oktober 2022: Fíggjarlógaruppskotið og fylgilógaruppskot skulu vera løgd fram.

Uppskot til játtanarkarm

  • 15. mars kl. 13.00: Seinasta freist at lata Løgmansskrivstovuni uppskotið (til landsstýrisfund).
  • 23. mars kl. 12.00: Seinasta freist at lata løgtingsumsitingini uppskotið.
  • Innan 1. apríl: Uppskot til játtanarkarmar fyri fíggjarlógina skal vera lagt fram.

Eftirkanning og ummæli

Øll uppskot skulu vera eftirkannað á lógartænastuni í Løgmálaráðnum, áðrenn tey verða sett á skrá til politiskan landsstýrisfund. Lógaruppskotini skulu eisini hava verið til ummælis hjá viðkomandi pørtum, áðrenn tey verða send til eftirkanning, so at viðmerkingarnar frá ummælispørtunum eru viðgjørdar av viðkomandi stjórnarráði áðrenn eftirkanningina.

Mannagongdir

Í uppritinum “Samskipa politisk mál” er skipan og mannagongd viðv. landsstýrisfundum ásett. Sí uppritið á tinganes.fo her.

Mannagongdir hjá Løgtinginum viðv. løgtingsmálum og freistum er her.

Seinast kunngjørt