18.08.2023 · Løgmálaráðið

23 verkætlanir fáa útoyggjastuðul

23 verkætlanir fáa útoyggjastuðul

27 umsóknir komu inn um stuðul til útoyggjamenning í ár. Av teimum fáa 23 verkætlanir stuðul. Stuðulsjáttanin er 1,1 mió kr.

Flestu av verkætlanunum snúgva seg um umvæling, dagføring og viðlíkahald av bygningum og øðrum á útoyggj. Harumframt eru eisini verkætlanir sum umfata mál og mentan og annað.

Endamálið við játtanini er at stuðla tiltøkum, sum eru mennandi fyri útoyggjar. Stuðulin kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum.

Ávísar treytir eru fyri at veita stuðul. Umsøkjarar skulu greiða frá endamálinum við verkætlanini, fíggjarætlan og hvussu hon verður framd. Útoyggjar, sum koma undir hesa skipan, eru Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Hestur, Koltur, Skúvoy og Stóra Dímun.

Stuðulsupphæddirnar í ár eru úr 10.000 kr. upp í 300.000 kr.

Yvirlit yvir játtaðar verkætlanir sæst niðanfyri.

Verkætlan

Stuðulsupphædd

Útoyggjafelagið

300.000

Bakkahjallur í Hattarvík

60.000

Umvæling av neysti niðri á bakka í Hattarvík – framhald

25.000

Pakkhúsið, Listabýlið, Atelier og Filmsverkstaður í Hattarvík – framhald

40.000

KERLON – byggja tvey neyst uppaftur í Hattarvík – framhald

25.000

Umvæling av hoyggjhúsi í Fugloy

20.000

Vakstrarhús til grønmetisframleiðslu í Hattarvík

16.000

Vakstrarhús til framleiðslu á Kirkju – framhald

25.000

Umvæling og viðlíkahald av úthúsum sum hoyggjhúsi, fjósi, seyðahúsi og súrhoyggjabrunni á Kirkju – framhald

10.000

Verkætlanin Multi-høli á Kirkju

50.000

Umvæling av roykstovuvegginum í Mittúni á Kirkju

20.000

Sláturhølið í Svínoy – framhald

25.000

Tróndarstova, orku- og aquaphonics vakstrarhús í Svínoy – framhald

50.000

Kafe/køkur og matarhøli v.m. Garðurin á Stórheygnum í Svínoy – framhald

20.000

Felagið Bjarnafossur, bátasavn og bygdahús í Svínoy – framhald

40.000

Umvæling av 90 ára gamla útisvimjihylinum í Svínoy

75.000

Neystagrundirnar yviri við Eiðið í Svínoy

50.000

Fjósið á Blankskálagarði á Syðradali K – framhald

60.000

Felagið staðarnøvn

22.000

Felagshús til Skúvoyar Fornminnisfelag

80.000

“Mini” Closed for Maintenance í Skúvoy

21.000

Málskeið í enskum til ferðaleiðarar í Skúvoy

16.000

Útbúnaður og dagføringar í Framleiðsluhúsinum í Dímun

50.000

Tilsamans játtað

1.100.000