01.02.2023 · Løgmálaráðið

Bjarni K. Petersen luttikið á norðurlendskum ráðharrafundi

Bjarni K. Petersen luttikið á norðurlendskum ráðharrafundi

31. januar tók Bjarni Kárason Petersen, norðurlendskur samstarvsráðharri, lut á sínum fyrsta fundi í norðurlendska ráðharraráðnum, har hann hitti norðurlendsku starvsfelagar sínar. Fundurin var í Keypmannahavn.

Á ferðini var landsstýrismaðurin eisini boðin til døgurðafund hjá danska samstarvsráðharranum, Louise Schack Elholm. Eisini hitti Bjarni K. Petersen íslendska starvsbróður sín Guðmund Inga Guðbrandsson á fundi. Ísland hevur formansskapin í norðurlendska ráðharraráðnum í 2023, og Guðmundur Ingi Guðbrandsson greiddi frá, at Ísland hevur valt  Frið sum evnið í teirra formansskapi. Eisini umrøddu ráðharrarnir nærri samstarv innan útnorðurmál og norðurlandamál.

Bjarni K. Petersen greiddi á báðum fundum frá, hvussu stóran týdning tað norðurlendska samstarvið hevur fyri Føroyar, og frá føroyska ynskinum um fullan limaskap í norðurlendska samstarvinum. Seinastu árini hava Føroyar fingið sjálvstøðugan limaskap í Nordisk Energiforskning og í Nordforsk. Hildið verður fram at vinna Føroyum sjálvstøðugan limaskap í øllum stovnum og samstørvum, ið hava týdning fyri Føroyar.

"Norðurlendska samstarvið hevur stóran týdning fyri okkum føroyingar. Vit hava altíð lagt stóran dent á norðurlendskt samstarv, og fara framhaldandi at gera tað. Norðanlond samstarva væl, og tað er ein styrki at hjúkla um tað, ið sameinir okkum, eins væl og tað, ið ger okkum ymisk", sigur Bjarni K. Petersen, samstarvsráðharri.

Her er leinki til grein, ið nærri greiðir frá skránni hjá íslendska formansskapinum: Island og Norden er en budbringer af fred