19.10.2023 · Løgmálaráðið

Bryggjarí sleppa nú at bjóða gestum egna vøru

Bryggjarí sleppa nú at bjóða gestum egna vøru

Vitjandi fara nú at kunna keypa sær øl, whisky ella aðra framleiðslu í sambandi við virkisvitjanir. Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, fegnast um, at Løgtingið hevur tikið undir við at nútímansgera rúsdrekkalógina.

“Endamálið at avmarka nýtsluna er óbroytt. Tó haldi eg ikki tað er nútíðarhóskandi, at fólk, sum t.d. koma allan vegin til Føroya at vitja Fair Isles ella Føroya Bjór, ikki kunnu keypa sær eitt tinganest frá staðnum, men mugu fara yvir um ánna eftir vatni í Rúsuna at finna fløskuna, sum tey júst hava sæð á virkinum. Broytingin er tí bara ein tillaging til ta útflutningsvinnugrein, sum er við at taka dik á seg í Føroyum”, sigur landsstýrismaðurin.