12.08.2025 · Løgmálaráðið

Farloyvisstarv sum løgfrøðingur í Løgmálaráðnum

Farloyvisstarv sum løgfrøðingur í Løgmálaráðnum

Løgmálaráðið søkir eftir dugnaligum og ágrýtnum løgfrøðingi til farloyvisstarv á familjurættarliga økinum.

 Talan er um eitt áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi farloyvisstarv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning. 
Starvið er tíðaravmarkað til eitt ár og verður sett frá 1. oktober 2025 ella sambært nærri avtalu.