06.11.2023 · Løgmálaráðið

Føroyar sjónligan og virknan leiklut á ársfundi Norðurlandaráðsins

Føroyar sjónligan og virknan leiklut á ársfundi Norðurlandaráðsins
1 / 6

Í seinastu viku var ársfundurin hjá Norðurlandaráðnum, har norðurlendsku samstarvsráðharrarnir eisini taka lut saman við einari røð av øðrum ráðharrum í Norðurlondum. Hesaferð varð fundurin hildin í Oslo.

Samstarvsráðharrarnir arbeiða miðvíst við visjónini um, at Norðurlond skulu verða heimsins mest burðardygga og samrunna øki í 2023, har fokus er innan hesi trý øki: Grøn Norðurlond, kappingarfør Norðurlond og sosialt burðardygg Norðurlond. Fyrra tíðarskeiðið – 2021 til 2024 – er skjótt av og er arbeiðið við seinna tíðarskeiðnum – 2025 til 2030 – er farið í gongd.

Sum samstarvsráðharri legði Bjarni Kárason Petersen fram frágreiðing um arbeiðið hjá Norðurlanda Ráðharraráðnum við børnum og ungum. Henda frágreiðing fekk góða móttøku.

Sjálvstøðugur limaskapur er høvuðsmálið

Okkara stremban eftir sjálvstøðugum limaskapi í Norðurlandaráðnum og Norðurlanda Ráðharraráðnum, sær út til at fáa vind í seglini. Fyri tað fyrsta hevur Norðurlandaráðið tikið stig til at dagføra Helsingforssáttmálan, sum er millumtjóðasáttmálin,  ið skipar norðurlendska samstarvið. Avtalan er ikki dagførd síðani 1996 og nógvar broytingar eru hendar síðani tá. Í endurskoðanini verður m.a. hugt nærri at  hvussu støðan hjá Føroyum kann styrkjast t.d. við sjálvstøðugum limaskapi. Harnæst hava Føroyar og Grønland gjørt vart við, at verandi støða er ikki haldbar og neyðugt eru við broytingum. Somuleiðis hevur danski forsætisráðharrin boðað frá, at hon stuðlar einari styrktari føroyskari og grønlendskari luttøku í norðurlendska samstarvinum.

Í sambandi við ársfundin var eisini høvi, at vitja norðurlendsku stovnarnar, sum eru staðsettir í Oslo (Nordisk Energiforskning, NordForsak og Nordic Innovation). Føroyar hava nýliga fingið fullgildigan limaskap í Nordisk Energiforskning og NordForsk. Støða til umsóknina um fullgildigan limaskap í Nordic Innovation væntast at verða avgreidd seinni i ár.

Eisini varð hugaligt at síggja, hvussu virkin Ungu Norðurlandaráðslimirnir (UNR), ið er eitt forum fyri politisku ungmannafeløg í norðurlondum, eru. Formaðurin í felagnum gjørdi eisini vart við, at tey góvu sín fulla stuðul til føroyska ynskið um sjálvstøðugan limaskap í norðurlendska samstarvinum.

Somuleiðis nýtti Bjarni Kárason Petersen høvi, í samstarvi við Norrøna Felagnum í Føroyum og Norsk-Færoysk Lag, at bjóða føroyingum, sum búgva í Noregi til eina móttøku, har greitt var frá føroyskum politikki og høvi var at umrøða føroysk og norsk viðurskifti.