12.04.2023 · Løgmálaráðið

Freistin at søkja um stuðul til útoyggjamenning er 1. mai 2023

Freistin at søkja um stuðul til útoyggjamenning er 1. mai 2023

Løgmálaráðið umsitur eina játtan, hvørs endamál er at stuðla tiltøkum á útoyggjum, sum virka mennandi fyri útoyggjar.

Stuðul kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum. Játtanin verður umsitin sambært reglugerð um stuðul til útoyggjamenning.

Játtanin í 2023 er 1.1 mió. kr.

Reglugerð og umsóknarblað eru tøk her.