Bjarni Kárason, ið varðar av P/F Postverk Føroya, luttók á aðalfundi felagsins fríggjadagin 3. mai.
Úrslitið fyri 2023 er eitt hall á 6,9 mió. kr. í mun til 0,5 mió. kr. í yvirskoti í 2022. Á inntøkusíðuni eru tað serliga ein minking á 19% í brævaflutninginum, ið tyngja felagið. Eisini rentuútreiðslur og hækkandi starvsfólkakostnaður tyngja úrslitið.
Leiðslan roynir at bøta um raksturin við átøkum og hevur góðar vónar um at hetta fer at eydnast, hóast gongdin í brævaflutninginum væntandi heldur fram.
“Posta hevur gjørt nógv fyri fylgja við tíðini og hevur ment nýggjar tænastur við eitt nú pakkaboksum og framkomnum KT-loysnum. Her er óivað eitt framtíðarpotentiali, um mann hyggur eftir gongdini globalt við vaksandi netsølu. Hinvegin er postflutningur, sum vit vanliga kenna tað, um at fara í søguna. Hetta er ein avbjóðing, sum vit mugu royna at handfara á ein skilagóðan hátt”, sigur landsstýrismaðurin.