Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, og Pernille Rosenkrants-Theil, almannamálaráðharri, hava undirskrivað ískoytisavtalu um ættleiðing.
Danska stjórnin arbeiðir við at broyta donsku ættleiðingarlógina, soleiðis at heimildin at miðla altjóða ættleiðingar, sum í dag liggur hjá Danish International Adoption (DIA), kann leggjast til Ankestyrelsen at umsita, um hetta verður neyðugt.
Við ískoytisavtaluni verður tryggjað, at Ankestyrelsen eisini kann yvirtaka og viðgera føroysk mál um ættleiðing.
16. januar 2024 boðaði felagsskapurin Danish International Adoption (DIA) frá, at tey fara at gevast við at miðla altjóða fremmandaættleiðingar. DIA er einasti felagsskapur í Danmark, sum í løtuni tekur sær av at miðla ættleiðingar í Danmark og harvið eisini í Føroyum.