11.03.2024 · Løgmálaráðið

Koma á vallistan umvegis Vangan

Koma á vallistan umvegis Vangan

Føroysk lesandi uttanlands fara nú at kunna brúka Vangan til at søkja upptøku á vallistan til løgtingsval. Føroyingar, sum fyribils eru uttanlands í lestrarørindum hava leingi havt valrætt, men tørvur hevur verið á at nútímansgera mannagongdina at koma á vallistan. Nú verður møguligt hjá tí lesandi at avgreiða umsókn um at koma á vallistan umvegis sjálvgreiðsluna hjá viðkomandi kommunu á Vanganum. Nýggi møguleikin fer tó ikki at forða fólki at søkja við gamla oyðiblaðnum.

Broytingin fer at hava við sær, at tað verður munandi skjótari og lættari hjá lesandi uttanlands at søkja um upptøku á vallistan. Harafturat fara kommunurnar at spara tíð og orku til umsiting, umframt at møguligir feilir lættari kunnu fangast í talgildu umsóknunum. Tað eru kommunurnar í hvør sínum lagi, sum gera av, um tær bjóða hesa tænastu út.

Kunngerð um upptøku á vallista av persónum, sum vegna útbúgving fyribils hava tilhald uttanfyri Føroyar