09.02.2023 · Løgmálaráðið

Landsstýrið fer at lata neyðhjálp í sambandi við jarðskjálvtarnar í Sýria og Turkaland

Landsstýrið fer at lata neyðhjálp í sambandi við jarðskjálvtarnar í Sýria og Turkaland

Landsstýrið er í løtuni í tøttum samskifti við Reyða Kross Føroya um at lata neyðhjálp í sambandi við jarðskjálvtarnar, ið hava rakt Sýria og Turkaland. Neyðhjálpin fer til at veita teimum neyðstøddu fyrstuhjálp og sálarliga fyrstuhjálp, mat, vatn, teppir og sjúkraflutningstænastu.

"Sum partur av altjóða av samfelagnum hava vit skyldu at veita neyðstøddum hjálp. Støðan í Sýria og Turkalandi er vanlukkulig,  og tað sker í eyguni at síggja menniskju í so svárari neyð, nú teirra hús og heim eru rapað", heldur Aksel V. Johannesen, sum í løtuni er virkandi landsstýrismaður í menningarsamstarvi og neyðhjálp.

Løgtingsviðgerð krevst

Tá fíggjarlógin fyri 2023 ikki er samtykt enn, kann landsstýrið í løtuni ikki av sínum eintingum lata neyðhjálp. Tí fer Løgtingið væntandi í komandi viku at taka støðu til, um bráðfeingis játtanarlógin skal broytast, so neyðhjálp kann latast.