12.02.2023 · Løgmálaráðið

Landsstýrið letur sjey milliónir til Ukraina

Landsstýrið letur sjey milliónir til Ukraina

Landsstýrið hevur gjørt av at lata sjey milliónir krónur í neyðhjálp til Ukraina. Hetta er størsta einstaka upphædd, sum Føroyar nakrantíð hava latið í neyðhjálp. Tær sjey milliónir krónurnar eru meir enn helmingurin av samlaðu játtanini til menningarsamstarv og neyðhjálp, sum í 2022 var 12 milliónir krónur.

Ræðuleikin í Ukraina hevur nú skjótt vart í eitt ár, og nógv fólk hava verið noydd at rýma frá húsi og heimi. Eisini er stórur partur av undirstøðukervinum oyðilagdur.

Vit eru vitni til eina humanitera vanlukku í Ukraina. Í nýggjársrøðuni vísti eg á, at vit øll hava eina ábyrgd, uttan mun til, hvussu smá vit eru. Tí fegnist eg um, at vit úr Føroyum nú kunnu senda eina munandi upphædd til at hjálpa neyðstøddu fólkunum í Ukraina, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum í løtuni eisini umsitur menningarsamstarv og neyðhjálp.

Endamálið við neyðhjálpini er at hjálpa teimum mest viðbreknu. At veita mat, vatn, reinføri, heilivág, hjálp til heilsurøkt, sálarliga hjálp, umframt at hjálpa til við at umvæla krígsrakt hús. Endamálið er eisini at veita lokalu myndugleikunum hjálp við at veita teimum, ið eru flýdd úr heimi sínum, skjól, hita og annað, ið mest grundleggjandi tørvur er á, soleiðis at tey klára seg ígjøgnum veturin.

Neyðhjálpin úr Føroyum verður latin ígjøgnum ST-flóttafólkastovnin UNHCR. Hesin stovnur hevur virkað í Ukraina síðani 1994 í tøttum samstarvi við lokalar myndugleikar, samstarvsfelagar og lokalar felagsskapir. Sambært UNHCR er neyðin í Ukraina stór, tí umleið 18 milliónir íbúgvar hava tørv á neyðhjálp – av hesum eru fleiri enn 6 milliónir flýdd úr heimi sínum orsakað av krígnum.

Tá fíggjarlógin fyri 2023 ikki er samtykt enn, kann landsstýrið í løtuni ikki av sínum eintingum lata neyðhjálp. Tí er ætlanini, at Løgtingið týsdagin skal skundviðgera eitt uppskot til broyting í bráðfeingis játtanarlógini, so neyðhjálpin kann latast.