22.03.2024 · Løgmálaráðið

Landsstýrismaðurin á fundi um kriminalitet millum børn og ung

Landsstýrismaðurin á fundi um kriminalitet millum børn og ung

Norðurlond skulu deila meiri vitan um børn og ung í kriminaliteti. Hetta var ein av niðurstøðunum á ráðharrafundi í Svøríki 20. mars. Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum luttók á fundinum.

Svenski løgmálaráðharrin og almanna- og heilsumálaráðharrin høvdu bjóðað norðurlendsku starvsfeløgunum til ráðharrafund um evnið, tí stór øking hevur verið í kriminaliteti millum børn og ung seinastu árini. Samstundis gerast børnini, sum fremja brotsverk yngri og yngri. Sama rák ger seg galdandi í fleiri Norðurlondum, eisini í Føroyum. Ætlanin við fundinum var eisini at deila vitan og at eggja til samstarv.

Fleiri áhugaverdar niðurstøður vóru lagdar fram á fundinum. Neyðugt verður at lofta børnum tíðliga í lívinum, samstarva millum geirar og brúka vitanargrundaðar mannagongdir. Umboð fyri Brottsförebyggande rådet greiddi frá, hvussu børn og ung heilt niður í 10 ár kunnu verða lokkað í ymisk netverk, har rúsevni og vápn verða seld. Umboð fyri Statens beredning för medicinsk och social utvärdering vísti á, hvørjir hættir og átøk best fyribyrgja, at børn og ung enda í kriminaliteti.

Sviar hava sett fleiri átøk í verk móti harðskapi. Til dømis verður dentur lagdur á at fáa samband við familjur við harðligum atburði og har brotsverk og rúsevni eru partur av gerandisdegnum. Eisini eru átøk sett í verk at forða fyri grovum harðskapi í kriminellum bólkum og at byggja upp samstarv millum løgregluna, kommunur, kriminalforsorg og lokalsamfeløg.