02.11.2025 · Løgmálaráðið
Nú verður lættari hjá føroyskum bryggjaríum at kappast við útlendskar ølrisar
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi er sent til ummælis í tilknýti til uppskot um løgtingslóg um broyting í rúsdrekkalógini. Hetta, fyri at leggja avlopskravið hjá Rúsdrekkasøluni um til eitt avgjald, nú loyvt verður skeinkiloyvishavarum at innflyta rúsdrekka.
Skotið verður upp, at avgjaldið á øl verður stillað, so at tey smærru bryggjaríini gjalda eitt lægri avgjald enn tey stóru. Talan er um eina skipan, sum er kend úr ES-londunum, har smærru bryggjaríini hava møguleika at fáa avgjaldslætta upp til 50 prosent, um talan er um bryggjaríir við lítlari framleiðslu