22.04.2024 · Løgmálaráðið

Nýggj ráðgevandi nevnd fyri altjóða menningarsamstarv

Nýggj ráðgevandi nevnd fyri altjóða menningarsamstarv

Ráðgevandi nevndin verður sambært løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv tilnevnd fyri fýra ára skeið og hevur til endamáls at ráðgeva landsstýrisfólkinum í at útluta stuðulsjáttan til menningarverkætlanir í altjóða høpi.

Nevndarlimirnir vórðu tilnevndir við atliti til javnstøðupolitikkin hjá landsstýrinum um javnstøðu tvørtur um kyn og aldur og við støði í fakligum ymiskleika, sum fevnir um teir geirar, ið oftast eru karmur um umsóknir til landsstýrið. Fakligu tilknýtini hjá nevndarlimunum fevna tískil um útbúgving, fiski- og alivinnu, vernd og minnilutabólkar, fólkaheilsu og tilknýti til føroyskar hjálparfelagsskapir.

Nevndin skipaði seg soleiðis á fyrsta nevndarfundinum 17. apríl 2024:

  • Ann Hermansdóttir, næmingaprestur, forkvinna.
  • Óli P. Wolles, útbúgvingarleiðari og vararektari á Miðnámi á Kambsdali, næstformaður.
  • Ingvard Fjallstein, fólkapensjonistur og fyrrverandi ráðgevi á Umhvørvisstovuni, nevndarlimur.
  • Monika Mohr, fulltrúi í Fólkaheilsustýrinum, nevndarlimur.
  • Turið Maria Jóhansdóttir, aðalskrivari í Amnesty International Føroyar, nevndarlimur.