22.11.2023 · Løgmálaráðið

Nýggja skipanin við fótfjøtri samtykt

Nýggja skipanin við fótfjøtri samtykt

Reglurnar um fótfjøtur og útivist eru nú endaliga samtyktar av løgtinginum. Nýggju reglurnar koma í gildi 1. juli 2024.

Nýggju reglurnar lata upp fyri, at føroyingar, sum eru dømdir fongsulsrevsing, ið er 6 mánaðir ella styttri, ístaðin kunnu fáa loyvi til at sita revsingina við elektroniskum fótfjøtri.

Viðkomandi kann tá sita revsingina heima við hús, men kann eisini ferðast aftur og fram til arbeiðis ella til undirvísing. Persónar við elektroniskum fótfjøtri eru undir støðugum eftirliti av Kriminalforsorgini.

Skipanin við fótfjøtri fer at gera tað lættari hjá tí dømda at varðveita tilknýtið til familjuna, meðan dómurin verður sitin. Á sama hátt verður tað lættari at varðveita sambandið við arbeiðsmarknaðin og møguligar útbúgvingarskipanir.

Kriminalforsorgin hevur mett, at tað væntandi verða uml. 19 persónar árliga, sum fara at fáa loyvi til at sita dómin við fótfjøtri.

Við nýggju reglunum verður tað eisini møguligt hjá persónum, sum eru dømdir fongsulsrevsing, ið er longri enn 6 mánaðir, at sita seinastu 8 mánaðirnar av dóminum við fótfjøtri. Hetta verður nevnt útivist. Hugsanin er, at hetta kann gera tað lættari hjá tí dømda at koma út aftur í samfelagið, tá dómurin er endaliga sitin.

Kriminalforsorgin skal altíð meta ítøkiliga um, um tann dømdi egnar seg til at sita dómin við fótfjøtri ella part av dóminum sum útvist.”