03.03.2023 · Løgmálaráðið

Nýtt fongsul: Kommunurnar takast upp á ráð

Nýtt fongsul: Kommunurnar takast upp á ráð

Kommunurnar fáa nú møguleikan at skjóta upp, hvar nýggja fongslið í Føroyum skal staðsetast.

Tað er løgmaður, sum í løtuni varðar av lógarmálum, ið hevur heitt á kommunurnar um at gera sína ávirkan galdandi. Hetta tí at kommunurnar kring landið hava bestu førleikarnar at meta um, hvar í kommununi tað kundi verið mest skynsamt at bygt eitt nýtt fongsul.

Uppskotini hjá kommununum mugu lúka eina kravfesting, sum danska kriminalforsorgin hevur ásett. Eitt nú er tað eitt krav, at økið er í minsta lagi 40 til 80 túsund fermetrar til víddar.

Løgmálaráðið fer í næstum at skipa fyri einum kunnandi fundi, har kommunurnar fáa møguleika at hoyra nærri um tilgongdina at byggja nýggja fongslið, um tíðarætlanir og so framvegis.

Freistin hjá kommununum at koma við uppskotum er 1. juni 2023.

Tað var í fjør, at Føroya landsstýri og danska stjórnin undirskrivaðu avtalu um at byggja nýtt fongsul í Føroyum. Ein partur av avtaluni er, at landsstýrið skal koma við uppskotum um, hvar nýggja fongslið skal staðsetast.

Fongslið skal eftir ætlan standa liðugt í 2029.

Nýggja fongslið

Nýggja fongslið skal loysa varðhaldið í Mjørkadali av. Í varðhaldinum í Mjørkadali sita sum meginregla bara persónar, sum hava fingið ein fongsulsdóm, ið er styttri enn 18 mánaðir. Aðrir persónar mugu sum meginregla til Danmarkar fyri at sita dómin.

Við nýggja fongslinum er ætlanin, at so at siga allir føroyingar skulu kunna sita dómin í Føroyum. Hetta kann hava stóran týdning fyri endurmenningina av tí dømda, tí nógv bendir á, at tað hevur ringa ávirkan á føroysku fangarnar at verða sendir til Danmarkar, har teir koma í samband við eitt meira rátt kriminelt umhvørvi. Harafturat er tað at verða sendur av landinum fyri at sita dómin eitt slag av dupultrevsing.