19.09.2025 · Løgmálaráðið

Uppihaldsgrundarlagið hjá ukrainum verður longt

Uppihaldsgrundarlagið hjá ukrainum verður longt

Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður, hevur í samráð við danska ráðharran í útlendinga- og integratiónsmálum, avgjørt at leingja uppihaldsgrundarlagið hjá ukrainum í Føroyum, sum eru riknir úr Ukraina og hava fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum.

Útlit eru ikki fyri, at kríggið í Ukraina endar í næstum, og tí er tørvur á at leingja tíðarskeiðið, ukrainarnir kunnu verða í Føroyum. Føroya Landsstýri metir tí, at Føroyar eiga at geva burturriknu ukrainunum møguleika at verða verandi í Føroyum í eina tíð afturat. Uppihaldsgrundarlagið verður longt til tann 17. mars 2027.

Útlendingastovan upplýsir, at í alt 252 ukrainar hava fingið fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum eftir Ukraina-serlógini. Nøkur av hesum eru farin av landinum aftur. Í løtuni eru umleið 186 ukrainar í Føroyum, 106 kvinnur, 27 menn og 53 børn.

Kunngerðin um at leingja uppihaldsgrundarlagið hjá burturriknu ukrainunum í Føroyum kemur í gildi tann 20. september 2025.