Í samgonguskjalinum er semja um, at matstovuvinnan skal hava møguleika fyri at innflyta vín og øl beinleiðis til landið.
Ferða- og matstovuvinnan hevur sóknast eftir at kunna innflyta rúsdrekka beinleiðis, og hevur í hesum sambandi borið fram, at ein slík heimild fer at gera tað lættari hjá vinnuni at veita kundum og ferðafólki eina betri tænastu.
Uppskotið skipar betri karmar fyri vinnuna at veita viðskiftafólki betri úrval og góðsku.
Eisini verður skotið upp at loyva føroyskum rúsdrekkaframleiðarum at selja beinleiðis til matstovur, so lógin ikki ger tað meiri trupult at keypa frá føroyskum enn frá útlendskum framleiðarum.