12.11.2025 · Løgmálaráðið

Yvirlýsing um týdningin av at styrkja samfelagstrygdina, mótstøðuførið og tilbúgvingina í Norðurlondum

Yvirlýsing um týdningin av at styrkja samfelagstrygdina, mótstøðuførið og tilbúgvingina í Norðurlondum

Norðurlendsku løgmálaráðharrarnir hava samtykt eina felags yvirlýsing, har áherðsla verður løgd á at styrkja samfelagstrygdina, mótstøðuførið og tilbúgvingina í Norðurlondum. Dentur verður lagdur á, at rættarsamfelagið og fólkaræðið eru treytað av sterkum og mótstøðuførum samfeløgum, serliga í krepputíðum.

 

Norðurlendska skipanin við sterkum fólkaræðisligum stovnum, høgum áliti og samstarv tvørtur um landamørk gevur eitt gott grundarlag at lofta framtíðar avbjóðingum.

 

Løgmálaráðharrarnir leggja dent á, at hóast umstøðurnar eru serstakar, so skulu grundleggjandi rættindi og frælsi altíð verjast. Mótstøðuførið skal styrkjast við fyribyrging móti yvirgangi, víðgongdum hugburði og at brotsmannalið verða skipaði. Samstundis er sera týdningarmikið, at borgararnir varðveita álitið á myndugleikarnar.

 

Norðurlendska samstarvið um rættvísi 2025-2030 hevur fleiri raðfest øki:

  • Norðurlendskir myndugleikar skulu deila royndir og styrkja samstarvið viðvíkjandi net- og hybridhóttanum.
  • Samstarv um fyribyrging av brotsverkum tvørtur um landamørk.
  • Sterkt álit millum borgarar, myndugleikar og sivilsamfelag er hornasteinurin undir mótstøðuføri og avgerandi fyri tilbúgvingina.
  • Spurningurin um tilbúgving innan rættarøkið eigur javnan at verða viðgjørdur í norðurlendskum arbeiðsbólkum og á norðurlendskum fundum.

 

Yvirlýsingin er undirskrivað av løgmálaráðharrunum í Føroyum, Danmark, Finnlandi, Íslandi, Noregi, Svøríki og Álandi.

Sí yvirlýsingina her