Dagføring av Schengen-samstarvinum

Heiti
Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af udlændingeloven og af forskellige love om ændring af lov om Danmarks tiltrædelse af Schengen
Frágreiðing

Stutt lýsing av uppskotinum:

Í 2001 gjørdist Danmark og hini Norðurlondini partur í Schengen-samstarvinum. Skuldu Føroyar, sum vóru fevndar av norðurlendsku avtaluni um passfrælsi, framhaldandi hava somu støðu viðvíkjandi ferðing til londini í Schengen-samstarvinum, var tað neyðugt at dagføra útlendingalógina. Tí fingu Føroyar í 2001 eina dagførda útlendingalóg. Føroyar blivu ikki limir ella partur í Schengen, men ynski var at hava eitt “portur” inn í Schengen-økið. Til tað kravdist, at eftirlitið við inn- og útferð í Føroyum bleiv eftir somu reglum sum í Schengen-økinum, og at atgongd bleiv til ta felags skrásetingarskipanina.

Tey seinnu árini eru í ES samtyktar ein røð av ES-fyriskipanum, sum hava stóran týdning fyri Schengen-samstarvið og marknaeftirlitið og fyri stríðið móti brotsverkum tvørturum landamørk í ES. Um viðurskiftini hjá Føroyum við Schengen framhaldandi skulu vera tey somu, er tað neyðugt at broyta útlendingalógina soleiðis, at skipanir fyri ferðing í Schengen-økið eisini verða settar í gildi fyri Føroyar.

Málslýsing

Schengen-samstarvið hevur til endamáls at skipa eitt felags øki uttan innaru landamørk. Hetta samstarvið hevur við sær, at einki persónseftirlit er við felags landamørkini innanfyri Schengen-økið. Fyri at forða fyri brotsverkum tvørturum landamørk og ólógligari tilflyting eru eins reglur settar í gildi m.a. viðvíkjandi ferðing tvørturum ytru mørkini í Schengen-økinum. Eins og onnur lond í Schengen-samstarvinum skal Danmark seta í verk munagott eftirlit við síni ytru landsmørk. Í Danmark eru neyðugu broytingarnar gjørdar í útlendingalógini við lov nr. 721 af 27. april 2021 om ændring af udlændingeloven og lov om Danmarks tiltrædelse af Schengenkonventionen. Við hesum uppskotinum verður skotið upp, at neyðugu broytingarnar verða gjørdar í útlendingalógini, og at tær viðkomandi ES-fyriskipanirnar eisini verða galdandi fyri Føroyar.

Yvirskipað snýr tað um hesar fyriskipanirnar:

  • ETIAS-fyriskipanin (EU) 2018/1240. ETIAS merkir European Travel Information and Authorisation System. Talan er um eitt ferðaloyvi, sum statsborgarar úr visumfríum triðjalondum skulu hava, áðrenn teir koma til ytru mørkini í Schengen.

  • EES-fyriskipanin (EU) 2017/2226. EES merkir Entry/Exit System. Talan er um eina elektroniska skráseting av inn- og útferð, sum fer beinleiðis í inn- og útferðarskipanina við tí endamáli at bøta um góðskuna og effektivitetin í ytra marknaeftirlitinum. Skipanin kemur ístaðin fyri núverandi skipan, har pass verða stemplað manuelt.

  • SIS-fyriskipanin um afturferð (EU) 2018/1860, SIS-fyriskipanin um marknaumsiting (EU) 2018/1861 og SIS-fyriskipanin um rættarverju (EU) 2018/1862. SIS-fyriskipanirnar hava til endamáls at effektivisera og víðka um nýtsluna av SIS (Schengen-kunningarskipanini) og harvið betra um handfaringina av avbjóðingum viðvíkjandi trygd og migratión í ES.

Eisini verður skotið upp at gera nakrar smærri broytingar í lov nr. 418 af 10. juni 1997 om Danmarks tiltrædelse af Schengenkonventionen, sum sett í gildi við kongelig anordning nr. 183 af 22. marts 2001.

Harafturat verður skotið upp at gera nakrar smærri dagføringar í útlendingalógini, sum avvarðandi stjórnarráð saman við Útlendingastovuni hava sett ynski fram um. Serliga er talan um ásetingar, sum snúgva seg um heimildir hjá avvarðandi myndugleikum at skifta um upplýsingar, heruppií heimild til uttan samtykki at lata Útlendingastovuni upplýsingar um, hvørji uppihaldsloyvi verða givin, hvørji avsløg verða givin viðvíkjandi framleingjan o.a. Hetta hevur m.a. týdning fyri arbeiðið við integratión í Føroyum.

Uppskotið hevur ikki fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar fyri føroyskar myndugleikar, men hevur fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar fyri ríkismyndugleikarnar, har størsti útreiðsluposturin er til KT-skipanir.

Uppskotið er sent beinleiðis til ummælis hjá:

  • Øllum stjórnarráðum
  • Vinnuhúsinum
  • Kommunufelagnum
  • Atlantic Airways
  • Vága Floghavn
  • Smyril Line
  • Føroya Politi
  • Dátueftirlitinum
Ummælisfreistin er farin
13.02.2023
Ráð
Løgmálaráðið
Slag
Ríkislógartilmæli
Dagfesting
25.01.2023
Samband
lmr@lmr.fo
Tak niður
Ríkislógartilmæli Um At Seta Í Gildi Fyri Føroyar Anordning Om Ikrafttræden For Færøerne Af Forskellige Love Om Ændring Af Udlændingeloven Og Af Forskellige Love Om Ændring Af Lov Om Danmarks Tiltrædelse Af Schengen Fylgiskjal 1 Forslag Til Anordning Om Ikrafttræden For Færøerne Af Forskellige Love Om Ændring Af Udlændingeloven Og Af Forskellige Love Om Ændring Af Lov Om Danmarks Tiltrædelse Af Schengenkonventionen Fylgiskjal 2 Resumé Fylgiskjal 3 Forslag Til Lov Om Ændring Af Udlændingeloven Og Lov Om Danmarks Tiltrædelse Af Schengenkonventionen Fylgiskjal 4 Forslag Til Lov Om Ændring Af Udlændingeloven, Integrationsloven Og Lov Om Danskuddannelse Til Voksne Udlændinge M.Fl.