Forledramyndugleikalógin verður dagførd
Uppskotið hevur til endamáls at nágreina og samanskriva reglurnar um samveru, eins og uppskotið skal forða fyri sonevndari samverusjikanu. Reglur um ferðing og ferðaútreiðslur í sambandi við samveru og um ókeypis advokatumboðan verða broyttar og nágreinaðar, og yvirskriftir verða settar yvir nakrar ásetingar fyri at skapa betri yvirlit í lógini.
Uppskotið í stuttum:
Samvera
Ásetingarnar um samveru verða samanskrivaðar og nágreinaðar. Við uppskotinum verður nágreinað, hvørjar treytir kunnu ásetast í sambandi við samveru, eitt nú treytir um at varðveita passið hjá barninum og at tryggja, at samveruforeldrið ikki er ávirkað, meðan samvera er. Talan er um longu galdandi praksis, sum verður skrivað beinleiðis í lógina.
Ásett verður, at samvera millum eitt ættleitt barn og uppruna skyldfólk er treytað av, at barnið undan ættleiðingini hevði samveru ella annað samband við viðkomandi, sum søkir um at fáa samveru ásetta.
Samverusjikana
Fyri at forða fyri sonevndari samverusjikanu verður skotið upp, at ásett ella avtalað samvera dettur bara burtur, tá ið foreldrini hava avtalað tað, ella tá ið avgerð er tikin um tað. Við hesum verður sligið fast, at avtalað ella ásett samvera sum meginregla ikki dettur burtur, og at bústaðarforeldrið skal leggja sína feriu við virðing fyri longu avtalaðari ella ásettari samveru.
Ferðing í sambandi við samveru
Ásett verður, at foreldrini hava felags ábyrgd av at leggja ferðing í sambandi við samveru til rættis. Familjufyrisitingin kann í heilt serligum førum og eftir umbøn taka avgerð um, hvussu ábyrgdin av ferðingini í sambandi við samveru skal býtast millum foreldrini. Uppskotið inniber, at Familjufyrisitingin sum meginregla ikki skal taka avgerð um ferðing í sambandi við samveru og um býtið av ábyrgdini millum foreldrini í hesum sambandi.
Fyribils avgerð um bústaðin hjá barninum
Í lógini er ásett, at rætturin kann taka fyribils avgerð um bústaðin hjá barninum. Hetta verður strikað, tí rætturin hevur ikki heimild til hetta í rættargangslógini.
Ókeypis advokatumboðan
Rætturin til ókeypis advokatumboðan verður avmarkaður til sum meginregla bara at fevna um mál um bústaðin hjá barninum. Rætturin til ókeypis advokatumboðan fer tó eisini at fevna um samverumálum, um samverumálið verður viðgjørt saman við málinum um bústaðin hjá barninum.