Hækking av rúsdrekkagjøldum í tilknýti til minking í avlopskravinum o.a.
Uppskotið hevur tilknýti til uppskot um løgtingslóg um broyting í rúsdrekkalógini (heimild til umsøkjarar við skeinkiloyvi at innflyta rúsdrekka).
Í samgonguskjalinum er semja um, at matstovuvinnan skal hava møguleika fyri at innflyta vín og øl beinleiðis til landið. Ferða- og matstovuvinnan hevur sóknast eftir at kunna innflyta rúsdrekka beinleiðis, og hevur í hesum sambandi borið fram, at ein slík heimild fer at gera tað lættari hjá vinnuni at veita kundum og ferðafólki eina betri tænastu.
Rúsdrekkasøla verður eftir broytingina av rúsdrekkalógini skipað eins og í dag við einkarsølu mótvegis endabrúkarum. Broytingin av rúsdrekkalógini ger tað neyðugt at leggja avlopskravið á fíggjarlógini um til eitt avgjald, so somu inntøkur falla til landskassan frá keyp og sølu millum vinnukundar. Neyðugt er tí at hækka avgjøldini í kap. 22 í frumskjali 1 í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi.
Avlopskravið hevur í dag sama virknað sum eitt avgjald, men av tí at matsstovur fáa loyvi at innflyta rúsdrekka til at selja í matsstovunum er neyðugt, at inntøkurnar til landskassan, ið fyrr komu inn umvegis avlopskravið, nú verða lagdar um til eitt avgjald.
Avlopskravið á fíggjarlógini verður lækkað samsvarandi hækkingini í avgjøldunum, so at Rúsdrekkasøla Landsins verður álagt eitt avlopskrav á ca. 5 % av árligu søluni. Hetta verður mett at verða eitt avkast, ið er samanberligt við aðrar heilsølur. Orsøkin til at avlopskravið ikki verður avtikið men niðursett er, at Rúsdrekkasølan verður mett at skula hava eitt normalavkast.
Skotið verður eisini upp, at avgjaldið á øl verður stillað soleiðis, at tey smærru bryggjaríini fáa ein avgjaldslætta. Talan er um eina skipan, sum er kend úr ES-londunum, har smærru bryggjaríini hava møguleika at fáa avgjaldslætta upp til 50 prosent, um talan er um bryggjaríir við sera lítlari framleiðslu.
Uppskot Til løgtingslóg Um Broyting Í Løgtingslóg Um Avgjald Á Framleiðslu Og Innflutningi