Heimild til at loyva umsøkjarum við skeinkiloyvi at innflyta rúsdrekka
Í samgonguskjalinum er semja um, at matstovuvinnan skal hava møguleika fyri at innflyta vín og øl beinleiðis til landið. Ferða- og matstovuvinnan hevur sóknast eftir at kunna innflyta rúsdrekka beinleiðis, og hevur í hesum sambandi borið fram, at ein slík heimild fer at gera tað lættari hjá vinnuni at veita kundum og ferðafólki eina betri tænastu.
Rúsdrekkasøla verður eftir broytingina skipað eins og í dag við einkarsølu. Mett verður tó, at endamálið við at tálma nýtsluni verður rokkið eins væl, um einkarrætturin at innflyta og selja rúsdrekka avmarkar seg til brúkaran og ikki umfatar skeinkiloyvishavarar.
Tað ávirkar ikki atkomuligheitina og nýtsluna, um Rúsdrekkasøla Landsins, sum er ein almennur stovnur, ikki er eitt kravt millumlið, tá talan er um sølu til skeinkiloyvishavarar, tvs. millum vinnukundar. Uppskotið er tí ikki avmarkað til øl og vín men fevnir um rættin hjá matstovuvinnuni at selja rúsdrekka sum heild uttan um Rúsdrekkasøluna, so vinna og umsiting ikki verða darvað av óneyðugari umsiting.
Uppskotið skipar betri karmar fyri vinnuna at veita viðskiftafólki betri úrval og góðsku. Gongdin í rúsdrekkanýtsluni, síðan Rúsdrekkasølan lat upp í 1992, gevur ábending um, at betri góðska og úrval ikki føra til meir- ella misnýtslu av rúsdrekka, men at betri úrval og góðska eru fremjandi fyri eina hóvligari nýtslu.
Eisini verður skotið upp at loyva føroyskum rúsdrekkaframleiðarum at selja beinleiðis til matstovur, so lógin ikki ger tað meiri trupult at keypa frá føroyskum enn frá útlendskum framleiðarum.
Uppskot Løgtingslóg Um Broyting Í Løgtingslóg Um Innflutning Framleiðslu Og Sølu Av Rúsdrekka