Heimild til kommunur at yvirvaka serliga útsett øki, sum verður nýtt til vanliga ferðslu, við vakmyndatóli

Heiti
Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli (Heimild til kommunur at yvirvaka serliga útsett øki, sum verður nýtt til vanliga ferðslu, við vakmyndatóli)
Frágreiðing

Endamálið við uppskotinum er at geva kommunum heimild at yvirvaka serliga útsett øki, sum verður nýtt til vanliga ferðslu, við vakmyndatóli fyri at økja um trygdina í økinum. 

Í uppskotinum verður skotið upp, at eitt kommunustýrið í samráð við politiið og eftir tilmæli frá politinum, kann yvirvaka øki, sum verður nýtt til vanliga ferðslu, við vakmyndatóli.  Hetta fyri at økja um trygdina á serliga útsettum støðum í kommununi.

Møguligar viðmerkingar kunnu sendast Løgmálaráðnum á teldupost lmr@lmr.fo í seinasta lagi mikudagin 5. novembur 2025.

Ummælisfreist
05.11.2025
Ráð
Løgmálaráðið
Øki
Vakmyndatól
Slag
Løgtingslóg
Dagfesting
08.10.2025
Samband
lmr@lmr.fo
Málsviðgjørt
MV
Tak niður
Uppskot Til Ll. Um Broyting Í Ll. Um Yvirvøku Við Vakmyndatóli (Heimild Til Kommunur At Yvirvaka Serliga Útset Øki, Sum Verður Nýtt Til Vanliga Ferðslu, Við Vakmyndatóli)