Kunngerð um handil við ethanoli til tekniska nýtslu

Heiti
Kunngerð um handil við ethanoli til tekniska nýtslu
Frágreiðing

Skotið verður upp, at kunngerð nr. 80 frá 21. apríl 1993 um handil við ethanoli til tekniska nýtslu verður lýst av nýggjum – broytingar í mun til galdandi kunngerð eru litaðar gult.

Trupulleiki er av at fáa váttan á trúð og heiður frá stovnsleiðarum, ið kunngerðin setir krav um.

Heilsumálaráðið hevur tí mælt til, at t.d. deildarleiðarar eisini kunnu bíleggja frá Apoteksverkinum við váttan á trúð og heiður.

Heilsumálaráðið hevur samskift við táverandi Umhvørvis- og vinnumálaráðið um tørvin at broyta kunngerð um handil við ethanoli til tekniska nýtslu. Málsøkið er síðani flutt Løgmálaráðnum.

Løgmálaráðið metir, at kunngerðin eigur at verða broytt, so at eitt starvsfólk á stovninum við leiðsluábyrgd kann lata slíka váttan. Skotið verður tí upp, at kunngerðin verður lýst av nýggjum, við hesari broyting, umframt aðrar smávegis broytingar:

1) Inngangurin verður broyttur, so víst verður til nýggju rúsdrekkalógina, tá hon væntandi kemur í gildi.

2)  § 3 verður broytt, so at “stovnsleiðarin” verður broytt til “eitt starvsfólk á stovninum við leiðsluábyrgd”.

3) § 3 verður broytt, so at tað bert krevst ein váttan – ikki váttan á trú og heiður. Váttan á trú og heiður er, sbr. § 161 í revsilógini, knýtt at hægri revsing samanborið við aðrar váttanir yvir fyri tí almenna, ið verður revsað sbr. § 163 (2 ár vs. 4 mðr.). Slík áseting krevur tí serstaka lógarheimild.

4)  § 3 verður málsliga broytt, so ásetingin er lættari at lesa.

5)  § 2 og § 6. Arbeiðseftirlitið verður broytt til Arbeiðs- og brunaeftirlitið. Toll- og skattstova Føroya       verður broytt til TAKS – dagføringar.

6)  § 8 – verandi kunngerð verður sett úr gildi og nýggja kunngerðin lýst í staðin.”

Ummælisfreist
13.10.2023
Ráð
Løgmálaráðið
Øki
Rúsdrekkalóggáva
Slag
Kunngerð
Dagfesting
15.09.2023
Samband
lmr@lmr.fo
Málsviðgjørt
HP
Tak niður
Uppskot Til Kunngerð Um Handil Við Ethanoli Til Tekniska Nýtslu