Kunngerð um innflutning, framleiðslu og sølu av rúsdrekka verður broytt

Heiti
Kunngerð nr. 113 frá 25. oktober um innflutning, framleiðslu og útflýgging av rúsdrekka
Frágreiðing

Skotið verður upp, at Kunngerð nr. 111 frá 20. oktober um innflutning, framleiðslu og sølu av rúsdrekka verður lýst av nýggjum við broytingum, so at loyvisnevndin kann geva rúsdrekkaframleiðarum loyvi til at bjóða ella selja vitjandi egna framleiðslu á framleiðslustaðnum (nýggj § 5).

Skotið verður upp, at hetta kann gerast innan somu upplatingartíð, sum annars er galdandi fyri rúsdrekkasølu (broyting av § 6).

Skotið verður upp, at Loyvisnevndin í loyvinum kann áseta nærri treytir.

Treytir kunnu m.a. setast um, at vøran skal haldast atskild frá vørum, at hølisviðurskiftini eru nøktandi, skráseting av vitjanum, krav um undanfráboðan, minstamark um innihald og longd á vitjanum og um endurnýggjan av loyvinum ella um royndartíð.

Skotið verður harumframt upp, at feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini. (nýggj § 9, stk. 3)”

Ummælisfreistin er farin
27.11.2023
Ráð
Løgmálaráðið
Øki
Rúsdrekkaøki
Slag
Kunngerð
Dagfesting
30.10.2023
Samband
lmr@lmr.fo
Málsviðgjørt
Hannus Petersen
Tak niður
Kunngerð Við Broytingum Um Innflutning Framleiðslu Og Útflýgging Av Rúsdrekka (003)