Nýggj kunngerð um foreldramyndugleika, samveru og bústaðin hjá barninum

Heiti
Kunngerð um foreldramyndugleika, samveru og bústaðin hjá barninum
Frágreiðing

Nýggja kunngerðin tekur støði í gomlu kunngerðini, tó soleiðis at hon er dagførd í mun til nýggju lógina, sum kom í gildi 1. januar 2022.

Kunngerðin inniheldur m.a. ásetingar um:

  • Viðgerð av málum um avtalu um felags foreldramyndugleika. Avtalur um felags foreldramyndugleika kunnu fráboðast við elektroniskari undirskrift.
  • Reglur um góðkenning av avtalu um flyting av foreldramyndugleika til onnur enn foreldrini, herundir krav um vegleiðingarfund og møguleikan hjá Familjufyrisitingini at biðja barnaverndartænastuna um eitt ummæli um partarnar í málinum og um barnið.
  • Viðgerð av málum um foreldramyndugleika eftir andlát hjá foreldrum. Familjufyrisitingin kann í hesum sambandi biðja barnaverndartænastuna um eitt ummæli um partarnar í málinum og um barnið.
  • Avtalur um foreldramyndugleika verða skrásettar í Landsfólkayvirlitnum, og Familjufyrisitingin kann útflýggja váttan um foreldramyndugleika.
  • Avgerðir um bústaðin hjá barninum. Er barnið sambært avtalu ella avgerð í minsta lagi helvtina av tíðini hjá tí eina foreldrinum, verður viðkomandi skrásettur sum bústaðarforeldur.
  • Ásetingar um samveru, undir hesum samveru undir eftirlitið og at barnaserkøn kunnu luttaka á samverufundum.
  • Ásetingar um barnaserkøna ráðgeving og mekling og ásetingar um, hvussu og nær upplýsingar, sum koma fram undir ráðgevingini ella meklingini kunnu nýtast og latast víðari.
  • Luttøku hjá barninum í viðgerðini av málum og reglur um samrøðu við barnaserkøn í hesum sambandi.
  • Málsræði. Ásett verður, nær Familjufyrisitingin kann viðgera eitt mál um foreldramyndugleika, samveru og bústaðin hjá barninum. Støðið verður í hesum sambandi tikið í, hvar barnið býr ella uppiheldur sær heldur enn við støði í viðurskiftunum hjá foreldrunum. Reglurnar samsvara við tað, sum er ásett í rættargangslógini.

Møguligar viðmerkingar kunnu sendast Løgmálaráðnum á teldupost lmr@lmr.fo í seinasta lagi týsdagin 24. juni 2025.

Ummælisfreist
24.06.2025
Ráð
Løgmálaráðið
Øki
Familjurættur
Slag
Kunngerð
Dagfesting
28.05.2025
Samband
lmr@lmr.fo
Málsviðgjørt
EM
Tak niður
Uppskot Til Kunngerð Um Foreldramyndugleika, Samveru Og Bústaðin Hjá Barninum (1)