Nýggj sterilisatiónslóg
Sterilisatión, sum ikki krevur loyvi
Skotið verður upp, at persónar, sum hava fylt 25 ár, og sum eru førir fyri at skilja týdningin av inntrivinum, hava rætt til at verða steriliseraðir. Tað er tí ikki neyðugt við loyvi fyri at verða steriliseraður. Harafturat verður skotið upp at áseta eina kravda umhugsunartíð fyri fólk millum 25 og 30 ár, soleiðis at hesi ikki kunnu verða steriliseraði fyrr enn 6 mánaðir eftir, at viðgerðartilboð er givið.
Sterilisatión, sum krevur loyvi
Fólk, sum eru yngri enn 25 ár, og fólk, sum orsakað av t.d. menningartarni ella sálarsjúku, ikki eru før fyri at skilja týdningin av inntrivinum, kunnu undir nærri ásettum treytum verða steriliseraði við loyvi frá einum samráði.
Samráðið verður mannað við einum løgfrøðingi, einum serlækna í psykiatri og einum sosialráðgeva.
Loyvi kann verða givið, um týðandi vandi er fyri arvaligum sjúkum, um umsøkjarin og makin ikki eru før fyri at taka sær av einum barni, um týðandi vandi er fyri, at umsøkjarin ikki megnar at fullføra viðgongutíðina, ella at eitt barn ikki verður lívført. Somuleiðis verður skotið upp, at loyvi kann verða givið til sterilisatión osakað av sosialum umstøðum.
Avgerðir hjá samráðnum kunnu kærast til Føroya Kærustovn.
Ráðgeving og stuðulssamrøða
Skotið verður upp, at fólk, sum ikki eru før fyri at skilja týdningin av inntrivinum, skulu hava í boði ráðgeving og stuðulssamrøðu frá seksualvegleiðara ella sosialráðgeva.
Endamálið er at stuðla viðkomandi í at taka eina avgerð á væl upplýstum grundarlagi og at stuðla viðkomandi í at geva kunnað samtykki.
Eingin heimild er fyri at fremja eina sterilisatión undir tvingsli.
Kastratión
Skotið verður upp, at kastratión bara kann verða framd við loyvi frá samráðnum. Loyvi verður bara givið, um kynstráanin setir viðkomandi í vanda fyri at fremja brotsgerðir ella førir við sær álvarsligar sálarligar sjúkur ella sosiala skerjan. Ein frágreiðing frá Rættarlæknaráðnum skal fyriliggja.
Skotið upp, at loyvi ikki kann verða givið til kastratión av persóni undir 25 ár. Hetta broytir galdandi lóg soleiðis, at aldursmarkið verður broytt frá at vera 21 ár til at vera 25 ár.
Sambært galdandi lóg er heimild fyri at geva loyvi til kastratión av persónum undir 18 ár, um heilt serligar orsøkir tala fyri tí. Skotið verður upp, at heimildin fyri at veita undantak, um heilt serligar orsøkir tala fyri tí, verður strikað.
Møguligar viðmerkingar kunnu sendast Løgmálaráðnum á teldupost lmr@lmr.fo í seinasta lagi fríggjadagin 8. august 2025.

