Nýtt inntøkumark sum treyt fyri, nær útlendingar við vinnuligum uppihaldsloyvi kunnu fáa familju sína við sær til Føroyar

Heiti
Ændring af bekendtgørelse om udlændinges adgang til Færøerne (Nyt forsørgelseskrav til medfølgende familie til erhvervsaktive)
Frágreiðing

Við uppskotinum verður sett eitt nýtt inntøkumark sum treyt fyri, nær útlendingar við vinnuligum uppihaldsloyvi kunnu fáa familju sína við sær til Føroyar.

Orsøkin til broytingina er, at talið á útlendingum, sum koma til Føroyar sum samfylgjandi familja hjá einum útlendingi við vinnuligum uppihaldsloyvi, er meira enn tvífaldað, síðani snarskipanin varð sett í verk í november 2021.

Í 2021 vóru tað sostatt 48 útlendingar, ið komu higar sum samfylgjandi, meðan talið í 2022 var hækkað til 118. Samstundis eru ábendingar um, at fleiri av útlendsku familjunum, har hjúnafelagin, makin og/ella børnini eru komin til landið sum samfylgjandi, hava trupult við at fáa endarnar at røkka saman. Orsøkin er, at inntøkan hjá høvuðspersóninum (tí persóninum, ið hevur vinnuliga uppihaldsloyvið) í nógvum førum er ov lág til, at viðkomandi kann uppihalda sínari familju.

Endamálið við at hækka inntøkumarkið er tískil at tryggja, at útlendingar við vinnuligum uppihaldsloyvi í Føroyum, sum fáa familjuna við sær til landið, altíð eru førir fyri at uppihalda familjuni, og at útlendingar í Føroyum ikki liva undir verri korum enn føroyingar.

Møguligar viðmerkingar skulu vera á donskum og skulu sendast beinleiðis til Udlændinge- og integrationsministeriet á: ia-eu@uim.dk og cbn@uim.dk við cc til Løgmálaráðið á: lmr@lmr.fo

Ummælisfreistin er farin
25.07.2023
Ráð
Løgmálaráðið
Slag
Kunngerð
Dagfesting
29.06.2023
Málsviðgjørt
JAK
Tak niður
Bekendtgørelse Om Ændring Af Bekendtgørelse Om Udlændinges Adgang Til Færøerne Høringsversion