Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om dansk indfødsret

Heiti
Uppskot til Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om dansk indfødsret
Frágreiðing

Uppskot til Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om dansk indfødsret er ein dagføring av galdandi lóg í Føroyum.

Galdandi lóg fyri Føroyar inniheldur tær broytingar í donsku heimarættarlógini, sum vóru samtyktar fram til og við 2016. Síðani tá eru í Danmark gjørdar fleiri broytingar í heimarættarlógini, sum tað verður skotið upp at seta í gildi fyri Føroyar við hesum lógaruppskotinum.

Broytingarnar í lógaruppskotinum eru .a. í høvuðsheitum hesar:

 

Heimarættur hjá børnum í økjum við inn- og uppihaldsbanni - §§ 1 og 2.

Eftir § 1, stk. 1 í heimarættalógini fær eitt barn danskan heimarætt við føðing, um annað av foreldrunum er danskt, føroyskt ella grønlendskt. Við lógarbroytingini í § 1, stk. 2 verður skotið upp at undantak verður gjørt frá hesi reglu. Við uppskotinum verða reglur innførdar, sum m.a. áseta, at børn, sum eru fødd í økjum við inn- og uppihaldsbanni, t.d. ávís øki í Sýria, ikki fáa danskan heimarætt við føðing gjøgnum eitt foreldur, um hetta foreldrið er komið inn og býr í økinum uttan loyvi, og uttan at innferðin ella bústaðurin er partur av útinningini av donskum ella altjóða skyldum har. Hetta er tó ikki galdandi, um barnið av hesum ongan heimarætt kemur at hava. Tað er ein fylgja av § 2 í heimarættalógini, at um eitt barn, sum hevur danskan, føroyskan ella grønlendskan pápa og útlendska mammu, ikki hevur fingið danskan heimarætt við føðing, so fær barnið danskan heimarætt, tá ið foreldrini giftast. Tað er ein treyt, at barnið, tá ið foreldrini giftast, ikki sjálvt er gift og er undir 18 ár. Við uppskotnu broytingini í § 2, 1. pkt. verður hendan reglan avmarkað til, at tað einans eru børn, sum eru fødd áðrenn 1. juli 2014, sum kunnu fáa danskan heimarætt eftir ásetingini um hjúnalag foreldranna.

Skotið upp at seta inn nýtt § 1, stk. 4, sum ásetir, at eitt barn ikki skal roknast fyri at hava fingið danskan heimarætt, um tað verður staðfest, at viðurskifti, sum vóru grundarlag undir tillutanini, ikki longur er til staðar. Hetta er tó ikki galdandi, um barnið av hesum ongan heimarætt kemur at hava, ella staðfestingin verður gjørd, eftir at barnið er fylt 18 ár. Lógarbroytingin er ein staðfesting av galdandi rætti.

 

Váttanarmøguleikin fyri norðurlendskar borgarar millum 18 og 23 ár tikin av - §§ 3 og 12.

Sambært § 3 í heimarættarlógini kunnu norðurlendingar, tvs. ríkisborgari í Finnlandi, Íslandi, Noregi ella Svøríki undir ávísum treytum fáa danskan heimarætt við at geva skrivliga váttan um hetta til Útlendinga- og Integratiónsmálaráðið, Ríkisumboðið í Føroyum ella Ríkisumboðið í Grønlandi. Við hesi lógarbroytingini verður skotið upp at taka av váttanarmøguleikin fyri norðurlendskar borgarar millum 18 og 23 ár. Tað fer tí ikki longur at vera møguligt hjá persónum, sum hava fingið norðurlendskan heimarætt við naturalisatón at fáa danskan heimarætt við váttan. Tað verður framvegis møguligt hjá norðurlendskum ríkisborgarum, sum hava fylt 18 ár, og sum ikki hava fingið sín norðurlendska ríkisborgararætt við naturalisatón at fáa danskan heimarætt við váttan, treytað av, at ávís krøv til bústað, uppihald og levnaði eru lokin, sambært § 3, stk. 3 í heimarættarlógini.

 

Levnaðarkrøv til børn sum hjápersónar - § 5, stk. 2

Í § 5 í galdandi lóg er ásett, at um ein persónur fær danskan heimarætt við at geva váttan sambært §§ 3 ella 4, fevnir heimarætturin eisini barn hjá viðkomandi, undir hesum ættleitt barn, um ikki tað beinleiðis er sagt, at eitt barn ikki skal vera fevnt av danska heimarættinum. Tað er ein fortreyt fyri, at eitt barn kann fáa danskan heimarætt, at tann váttandi hevur lut í foreldramyndugleikanum yvir barninum, og at barnið er ógift, undir 18 ár og búsitandi í ríkinum. Er barnið undir felags foreldramyndugleika, skal hitt foreldrið samtykkja, at barnið fær danskan heimarætt saman við tí, sum gevur váttanina. Fyri eitt ættleitt barn er tað eisini ein treyt, at ættleiðingin er gildug sambært galdandi rætti. Við uppskotinum verður í § 5, stk. 2 ásett, at barnið sum hjápersónur skal lúka somu levnaðarkrøv, sum tey, sum verða sett tí, sum gevur váttan, og sambært § 6, stk. 2, 1. pkt.  tí, sum verður naturaliseraður.

 

Miss av donskum heimarætti - § 8, stk. 2

Harumframt verða reglur settar í gildi, sum áseta, at um ein persónur missir sín heimarætt, so kann barnið hjá viðkomandi eisini missa sín heimarætt, um barnið hevur fingið heimarætt umvegis viðkomandi, tó ikki um barnið av hesum ongan heimarætt kemur at hava.

 

Frádøming av heimarætti vegna svikalig atburð - § 8 A

Tað sæst í 8 ​​A í heimarættarlógini at ein persónur, sum í sambandi við ognan av donskum heimarætti, hevur víst svikaligan atburð, herundir við tilætlað at geva skeivar ella villleiðandi upplýsingar ella við at halda viðkomandi upplýsingar aftur, kann verða frádømdur heimarættin við dómi, um vísta atferðin hevur verið avgerandi fyri, at viðkomandi fekk heimarætt. Skotið verður upp, at § 8 ​​A í heimarættarlógini verður broytt soleiðis, at orðið “kann” verður broytt til “skal”. Harumframt verður skotið upp, at tað í § 8 ​​A í heimrættarlógini verður sett inn, at frádøming skal henda, uttan so at hetta er í stríð við altjóða skyldur Danmarkar. Eisini verður í uppskotinum sum § 8, stk. 2 ásett, at um onkur verður frádømdur sín danska heimarætti orsakað av svikasomum viðurskiftum, so skal eisini heimarættur hjá barni hansara við dómi frádømast, um barnið hevur fingið heimarætt gjøgnum henda persónin, tó ikki um hetta er í stríð við altjóða skyldur Danmarkar, tó ikki um barnið av hesum ongan heimarætt kemur at hava.

 

Frádøming av heimarætti vegna revsiverd viðurskifti, sum er álvarsliga til skaða fyri lívsneyðug áhugamál hjá landinum o.a. - § 8 B

Sambært § 8 B, stk. 1 kann tann, sum verður dømdur fyri brot á eina ella fleiri greinar í kapittul 12 í revsilógini um landasvik og onnur brotsverk ímóti sjálvsavgerðarrætti og trygd Føroya fólks o.a. ella kapittul 13 um brotsverk ímóti stýrisskipan og landsmyndugleikum føroyinga, yvirgangur o.a., við dómi missa sín danska heimarætt, uttan so at viðkomandi av hesum ongan heimarætt fer at hava.

Við lógarbroytingini verða reglurnar um frádøming av donskum heimarætti broyttar, m.a. soleiðis at tann, ið verður dømdur fyri eina revsiverda gerð og sum harvið hevur víst ein framferðarhátt, sum er til álvarsligan skaða fyri lívsneyðug áhugamál hjá landinum, skal við dómi frádømast sín danska heimarætti, um hetta ikki er í stríð við altjóða skyldur Danmarkar.

 

Fyrisitingarlig frátøka av heimarætti og serlig rættarviðgerð - §§ 8 B, 8 C og 8 F.

Eftir heimarættarlógini § 8 B, stk. 1, kann tann, sum er dømdur fyri brot á revsilógina kapittul 12 og 13, við dómi fáa frátikið sín danska heimarætt, uttan so at viðkomandi av hesum ongan heimarætt kemur at hava. Sambært galdandi reglur er ongin heimild at taka danska heimarættin frá einum persóni fyrisitingarliga, um persónurin hevur víst ein framferðarhátt, sum er álvarsligan til skaða fyri lívsneyðug áhugamál hjá landinum. Við hesi lógarbroytingini fær útlendinga- og integratiónsráðharrin heimild til at taka danska heimarættin frá einum persóni, sum hevur dupultan heimarætt, um viðkomandi hevur borið seg at á ein hátt, sum er álvarsligan til skaða fyri lívsneyðug áhugamál hjá landinum, tó ikki um viðkomandi av hesum ongan heimarætt kemur at hava. Reglan er serliga ætlað til sýriskar stríðsmenn, sum hava danskan heimarætt. Ein persónur, ið hevur mist sín danska heimarætt við fyrisitingarligari avgerð, kann leggja ta fyrisitingarligu avgerðina fyri rættin. Við atliti at tað hendingaferð kunnu vera upplýsingar í málinum av trúnaðarligum slagi, verður tørvur á – eisini í sambandi við rættarviðgerðina – av trygdarávum at kunna undantaka hesar upplýsingar frá partsinnliti. Samstundis verða ásettar reglur um, hvørjar upplýsingar, sum eru við í metingini av slíkum málum, kunnu latast partinum ella ráðharranum í útlendinga- og integratiónsmálum, umframt at reglur eru um serliga rættarliga viðgerð av hesum málum. Reglarnar í § 8 F í uppskotinum eru tær somu, sum í donsku útlendingalógini kap. 7 b viðvíkjandi avgerðum um fyrisitingarligari útvísing av útlendingum, sum verða mettir at vera ein váði fyri ríkistrygdina.

 

Meira fæst at vita um lógarbroytingarnar í hjáhefta ríkislógartilmælinum.

 

Møguligar viðmerkingar skulu sendast Udlændinge- og Integrationsministeriet á teldupostadressuni:  NRB@uim.dk og cc til lmr@lmr.fo

Biðið verður um, at viðmerkingarnar tí verða á donskum.

 

Ummælisfreist
17.12.2025
Ráð
Løgmálaráðið
Øki
LMR
Slag
Ríkislógartilmæli
Dagfesting
18.11.2025
Samband
lmr@lmr.fo , NRB@uim.dk
Málsviðgjørt
NF
Tak niður
RLT Um Broyting Í Heimarættarlógini Fyri Føroyar. 17.11.2025