Sektir fara í landskassan
Heiti
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um revsing (Revsilógin) (Sektir fara sum høvuðsregla í landskassan)Frágreiðing
Danska stjórnin og Føroya Landsstýri hava við avtalu dagfest 17. juni 2025 avgjørt at broyta býtið av sektarúrtøkuni millum statskassan og landskassan. Broytingin kemur í gildi 1. januar 2026.
Við hesum lógaruppskotinum verður revsilógin broytt samsvarandi nýggju avtaluni frá 17. juni 2025 um, at sektir fella til landskassan, tó fara sektir fyri brot á lóggávu á ikki yvirtiknum málsøkjum og ferðslulóggávuna í ríkiskassan.
Avtalan millum forsætismálaráðið og Føroya Landsstýrið, undirskrivað ávikavist hin 17. august 1981 og 10. mai 1982, um býti av úrtøkuni av ávísum sektum og inndráttarinntøkum, sum stava frá broti á galdandi lóg og ásetingar um fiskiskap á fiskiøkinum við Føroyar, fer úr gildi.
Ummælisfreistin er farin
12.10.2025Ráð
LøgmálaráðiðØki
RevsirætturSlag
LøgtingslógDagfesting
12.09.2025Samband
lmr@lmr.foMálsviðgjørt
NFTak niður
Uppskot Til Broyting I Revsilógini