Talið á fyribils uppihaldsloyvum til flóttafólk úr Ukraina veksur úr 200 upp í 250

Heiti
Anordning om ændring af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om midlertidig opholdstilladelse til personer, der er fordrevet fra Ukraine (Ændring af kvoten for opholdstilladelser, der kan gives efter loven)
Frágreiðing

Við uppskotinum verður sett eitt nýtt mark fyri talið av fyribils uppihaldsloyvum, sum kunnu latast persónum, sum eru riknir úr Ukraina vegna kríggj. Kvotan verður hækkað úr 200 upp í 250.

Orsøkin til hækkingina er, at tað enn er kríggj í Ukraina, og at hildið verður, at Føroyar framvegis eiga at gera sítt til fyri at hjálpa teimum fólkum, ið verða rikin burtur úr Ukraina, til støðan í heimlandinum aftur gerst trygg.

  • 3, stk. 1, 1. pkt. í anordning nr. 433 af 8. april 2022 om ikrafttræden for Færøerne af lov om midlertidig opholdstilladelse til personer, der er fordrevet fra Ukraine, sum broytt við anordning nr. 493 frá 12. mai 2023, ásetur, at til og við 200 loyvir kunnu gevast flóttafólkum úr Ukraina at hava tilhald í Føroyum. Hetta hevur við sær, at ein umsókn um uppihaldsloyvi verður avvíst, tá kvotan á 200, sum er nevnd í ásetingini, er brúkt, uttan so at heilt serligar orsøkir, undir hesum atlit at familjuni sum eini eind, tala ímóti hesum, sbr. § 5, stk. 2.

Higartil eru 180 fyribils uppihaldsloyvir latin ukrainskum flóttafólkum. Sostatt verður núverandi mark upp á 200 uppihaldsloyvir skjótt nátt.

Tað hevur sum heild gingið væl at taka ímóti teimum flóttafólkum úr Ukraina, sum higartil eru komin til Føroyar. Umleið 41 av teimum 180 persónunum, sum hava fingið fyribils uppihaldsloyvi, eru farnir úr Føroyum aftur. Mett verður, at ongin stórvegis vansi er við at økja talið av fyribils uppihaldsloyvum við 50 loyvum. Skotið verður tí upp, at økja kvotuna av fyribils uppihaldsloyvum til persónar, sum verða riknir úr Ukraina vegna kríggj úr 200 upp í 250.

Møguligar viðmerkingar skulu sendast Løgmálaráðnum á: lmr@lmr.fo

Ummælisfreistin er farin
06.02.2024
Ráð
Løgmálaráðið
Øki
Útlendingarættur
Slag
Ríkislógartilmæli
Dagfesting
09.01.2024
Samband
lmr@lmr.fo
Málsviðgjørt
EA
Tak niður
Uppskot Til Ríkislógartilmæli Fylgiskjal 1 Udkast Til Anordningsændring Fylgiskjal 2 Resumé Af Udkast Til Anordningsændring