Uppskot til ummælis um musikkskúlalærarar skulu sleppa undan at søkja um arbeiðsloyvi til hjávinnu, sum hevur nattúrligt samband við høvuðsyrki teirra

Heiti
Bekendtgørelse om ændring af bekendtgørelse om udlændinges adgang til Færøerne
Frágreiðing

Við uppskotinum verða rættingar gjørdar í nøkrum upphæddum og lógarávísingum í sambandi við inntøkumørkini fyri útlendingar við vinnuligum uppihaldsloyvi, sum hava familju sína við sær til Føroyar. Inntøkumørkini vóru sett í gildið tann 2. september 2023.

Skotið verður upp, at musikkskúlalærarar sum hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, skulu sleppa undan at søkja um arbeiðsloyvi til hjávinnu, sum hevur nattúrligan samanhang við høvuðsstarvið sum musikklærari. Orsøkin til hesa broytingina er, at tað í tónleikalívinum í Føroyum javnan kemur fyri, at brúk er fyri førleikunum hjá musikkskúlalærarum til eitthvørt tónleikatiltak í frítíðini, men at musikkskúlalærarar, sum nú er, ikki kunnu luttaka í slíkum tiltøkum uttan at hava fingið loyvið til hvørt einstakt tiltak frammanundan.

Ummælisfreistin er farin
18.12.2023
Ráð
Løgmálaráðið
Øki
Útlendingamál
Slag
Kunngerð
Dagfesting
21.11.2023
Samband
Biðið verður um, at viðmerkingarnar á donskum. Viðmerkingarnar skulu sendast beinleiðis til Udlændinge- og integrationsministeriet á: ia-eu@uim.dk og cbn@uim.dk við cc til Løgmálaráðið á: lmr@lmr.fo
Málsviðgjørt
EA
Tak niður
Bekendtgørelse Om Ændring Af Bekendtgørelse Om Udlændinges Adgang Til Færøerne Høringsversion