Útlendingalógin verður broytt, heimild til at lata uppihaldskort til triðjalandsborgarar o.a.
Udlændinge- og Integrationsministeriet hevur sent til ummælis í Føroyum: Anordning om ikrafttræden for Færøerne af dele af forskellige love om ændring af udlændingeloven (Gennemførelse af forordning om ændring af forordning om ensartet udformning af opholdstilladelser til tredjelandsstatsborgere, præcisering af gennemførelsen af opholdsdirektivet m.v.).
Í lógaruppskotinum verður m.a. skotið upp, at seta í gildi § 12 a í Føroyum, soleiðis at triðjalandsstatsborgarir við uppihaldsloyvi í Føroyum kunnu fáa sama slag av uppihaldskorti sum triðjalandsstatsborgarir við uppihaldsloyvi í øðrum evropiskum landi. Einsháttað tilevning av uppihaldskortum hevur m.a. til endamáls at forða eftirgerð og falsan av uppihaldskortum og at fyribyrgja og forða ólógligari innflyting.
Í lógaruppskotinum verða eisini ymiskar broytingar skotnar upp sum avleiðing av ES-fyriskipanum, so sum stigvís íverksetan av eini inn- og útferðarskipan í Føroyum. Hetta samsvarar íverksetanini av somu ES-fyriskipan í Danmark.
Ein onnur broyting í lógaruppskotinum tryggjar m.a., at tað verður lógarfest, at ein útlendingur, sum fær boð um innferðarforboð, sbrt. § 32 í útlendingalógini, fær vegleiðing um vavið og rættarfylgjurnar av innferðarforboðnum. Broytingarnar eru av tekniskum slagi og eru framhald av galdandi rætti.
Eisini verður skotið upp at seta í gildi § 58 g, stk. 1, nr. 10, har ásett er, at útlendingamyndugleikin boðar Schengeninformatiónsskipanini (SIS) frá, at ein triðjalandsstatsborgari, sum hevur fingið boð um innferðarforboð sbrt. § 32, stk. 1, nr. 2, er óynsktur.
Meira fæst at vita um lógaruppskotið í viðhefta samandráttinum (resumé) frá Udlændinge- og Integrationsministeriet.
Møguligar viðmerkingar til lógaruppskotið skulu sendast Udlændinge- og Integrationsministeriet á teldupostadressuni: sarfu@uim.dk



