Dátuvernd

Løgmálaráðið er dátuábyrgdari. Tað merkir, at ráðið fær persónsupplýsingar frá borgarum, oftast í sambandi við fyrispurningar innanfyri málsøkini hjá stovninum. Tað kann tó eisini vera í sambandi við onnur viðurskifti.

Í allari viðgerð leggur Løgmálaráðið stóran dent á at tryggja og verja persónsupplýsingar. Persónsupplýsingar eru allar upplýsingar, sum eru knýttar ella kunnu knýtast at ávísum likamligum persóni, sambært § 6 í dátuverndarlógini.

Løgmansskrivstovan skal – eins og allar fyritøkur og almennir stovnar í landinum – viðgerða persónsupplýsingar sambært ásetingum í dátuverndarlógini.

Hetta merkir millum annað, at persónsupplýsingar:

  • Skulu viðgerast lógliga, rímiliga og á gjøgnumskygdan hátt.
  • Skulu savnast til nágreiniliga tilskilað og heimilað endamál.
  • Skulu vera nøktandi, viðkomandi og avmarkaðar til tað, sum er neyðugt til tey endamál, sum tær verða viðgjørdar til (§ 7 í dátuverndarlógini).

Dátuverndarfólk í Løgmálaráðnum er Jákup Andrias Kristiansen, JakupA@lmr.fo.

Snarslóðir