Navnanevndin

Limir:

  • Páll Isholm, cand. phil. í føroyskum, formaður
  • Heri J. Joensen, sóknarprestur
  • Hanna Magnusson, lærari

Varalimir:

  • Randi Kúrberg, MA í føroyskum
  • Maria J. Niclasen, sóknarprestur
  • Magni Joensen, lærari

Navnanevndin er sett sambært § 20 í løgtingslóg nr. 41 frá 26. mars 2002 um fólkanøvn.

Nevndin er vald fyri 5 ár í senn, seinast í mars 2019.

Uppgávan hjá nevndini er m.a. at gera leiðbeinandi lista við fornøvnum og at endurskoða hann javnan.

Nevndin skal geva ráð um fólkanøvn, stavseting teirra, bending o.a. Nevndin skal breiða út vitan um føroyskan navnasið, og skipa fyri útgávu av tilfari hesum viðvíkjandi. Nevndin tekur eisini avgerð um fornøvn, sum ikki eru á navnalistanum, kunnu góðkennast.