Tvingsilsnevndin

Limir
Tá avgerðir skulu takast í Tvingsilsnevndini luttaka í flestu málum formaðurin og tveir serkønir nevndarlimir. Í serligum førum kann avgerð takast um, at fleiri enn tveir serkønir limir luttaka í viðgerðini.

Reglurnar fyri Tvingsilsnevndina eru at finna í:

  • Løgtingslóg nr. 73 frá 25. mai 2020 um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin (Tvingsilslógin)
  • Løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur

Tvingsilsnevndin hevur víttfevnandi málsøki, ið fevnir um bæði nógv og ymisk mál.

Tvingsilsnevndin tekur bæði støðu til, um tilmæli um tvingsilsinntriv frá kommunum og Almannaverkinum kunnu góðkennast, samstundis sum nevndin eisini viðger kærur um framd tvingsilsinntriv og ávísar avgerðir hjá myndugleikunum.

Valskeiðið hjá nevndini er 1.1.2021 til 31.12.2024.